Aftur

Tíðin ber nú boð um jól

Orð: Símun P. Jacobsen. Lag: Hallgerð Brim
C Am
Tíðin ber nú boð um jól
F Dm G
mong minnast aftur á sól.
C Am
Stjørnan í myrkri lýsir
F Fm C
og menniskjum hon hýsir.

Enn er náðiljósið bjart
hví ikki siga tað hart?
Vit góðsku kunnu hoyra
og tó ei missa oyra.

Luftin verða kann so køld
stríð herja vikur og øld.
Í fjálgum stallaslotti
var glæman sum ein glotti.

Fyri øll læt Jesus dýrd
so vit kundu verða skírd.
Í heimin gav Gud sonin
og tá var frelsan komin.

Jesus birti sæla vón
tá hann tók mín rætta dóm.
Nú honum eg kann takka
hann kalik vildi smakka.

Hugsi eg um fjós og sið
hvat kann geva sannan frið?
Krubban vísir mær til krossin
baðið til náðarfossin.

Er á Jesus álit bygt
tá mær lívið kennist trygt.
Guds orð kann hjartað tváa
og kærleikin tá ráða.

Jól, tey bera frið í sorg
Jesubarnið er vár borg.
Mín trúgv kann mangan svíkja
Gud vil ei frá mær víkja.

Hetta innihaldið er blokerað, til tú hevur góðtikið kravdu farsporini.