Aftur

Haldið fram í fylking (nr. 630)

Sabine Baring-Gould 1865.
C G
1. Haldið fram í fylking
G/F C/E G C
allir Harrans menn,
G/D
Jesu Kristi krossur
D7 G
veittrar okkum enn!
C
Krist, vár kongur stóri,
C7 F
leiða okkum skal,
F C F C F C F C
síggið sigursmerkið
F Dm Gsus G
bleiktra hátt og væl!

C Gsus/D G
Framá, Kristi stríðsmenn,
G/F C/E G C
sigur vinnast kann,
C G/D C/E
sjálvur Jesus Kristus
Dm G C
fyrsta stríðið vann!

2. Undan sigursmerki fer hin óndi tá.
Kristi stríðsmenn skulu stóran sigur fá.
Heljar skansar falla, og vit rudda slóð.
Brøður, hevjið røddir, syngið sigursljóð!

3. Harrans kirkja stevnir fram, eitt valalið,
á tí leið teir halgu stigu síni stig.
Vit teim skulu fylgja, vón oss hava veitt,
øll í trúgv og vón og kærleik’ eru eitt.

4. Trónur skulu falla, týnast lond í stríð,
Jesu Kristi kirkja stendur alla tíð.
Aldri heljar grindir muna nakað her.
Kristus enn sum áður skjøldur okkum er.

5. Framá, fólk á foldum, fylkist fólk so mong!
Takið nú øll undir, syngið sigurssong!
Allar einglarøddir syngja við so vist:
Lov og tøkk og heiður havi Jesus Krist!