Aftur

Hugsa tær, tað er ein Gud

Úr Gaither Homecoming Kids
Hugsa tær, tað er ein Gud,
sum øllum ræður og alt sær.
Hann ansar eftir okkum,
so undurfult tað er.
Hugsa tær, Gud hevur skapt,
alt sum livir, alt sum grør.
Tí má eg vera góður við
alt lív á hesi jørð.

Bæði jørð og himmal
er í Guds faðirs hond.
Tó sær hann alt tað lítla,
sum fyri ferst um lond.
Gud hjálp tú mær at minnast,
alt sum er og grør.
Og lær tú meg at elska
alt lív á hesi jørð.

Hugsa tær…

Alt sum tú gevur okkum
og letur okkum fá,
av náði tú tað veitir
av tínum kærleika.
Hjálp okkum tí at elska
og æra teg hvønn dag.
Í náði tíni liva,
o Gud, lær okkum tað.

Hugsa tær…