Aftur

Ímillum milliónir (Hví mann tað so vera)

Orð og lag: Signar og Bárður á Reynatrøð – jan. 2020
D Bm
Hví mann tað so vera,
G A
at summi líða neyð?
D Bm
Ja, hví mann tað so vera,
G A
vit gloyma stundum tey?

G A D Bm
Ímillum milliónir – mín næsti millum mong,
G A D Bm
sum pínslarvátti syngur stillan svanasong:
G A
“Jesus, Hann er Harri mín!”


Hví mann tað so vera,
at mannabørn á knæ
uppliva sum Stefanus
forfylging nátt og dag?

Ímillum milliónir –


Hví mann tað so vera,
at ymisk eru kor?
Ja, hví mann tað so vera,
at fátæk eru orð?

Ímillum milliónir –

C D G Em
Hvar eru vit? Hvat gera vit? Hví tiga vit um tey?
C D G Em
Hvar eri eg? Hvat geri eg? Mín næsti er í neyð!
C D G
Vár líkasæla ongan vanda sær!


Harri gev mær styrki
at biðja fyri teim,
ið tínum børnum forða
familju, hús og heim.

Ímillum milliónir –