Aftur

Ja, skjótt skal Jesus nú aftur koma (Nr. 183) (1)

Johan Davidsen
A E A D
Ja, skjótt skal Jesus nú aftur koma
A H E
og fólk sítt taka skal heim við sær.
A E A D
Og har tey skulu um allar ævir
A E A
lovprísa og vera honum nær.
F#m C#
Tá sorg og deyði ei valdið hevur,
F#m H E
og eingin pína skal vera har,
A E A D
tí Jesus sjálvur ger staðin ljósan,
A E A
og einki ilt tá skal koma nær.

2. Og tú, sum hoyrir um hesa gleði,
ja, steðga á og gev hesum ans!
Og tonk, at koma upp í tað talið,
sum tá skal bera ein sigurskrans!
Ei nakað eyga tað síggja kundi, 1)
og tungan ei um tað tala kann;
tað goymir Harrin til tey, hann elska
og her á fold hava trúð á hann.
3. Ja, skjótt kann dagurin vera komin,
tá rópið ljóðar: »Nú er hann her!«
Statt klárur, vinur, tú veitst ei dagin,
tí henda tíðin so stokkut er.
Tí lýð á kallið, nú ið tað ljóðar,
ver lýðin, vinur, statt ei ímót
tá Harrans andi nú á teg kallar,
so væl hann leiða tá skal tín fót.