Jesus eg komi til tín nú
Torleif Johannesen
1. Jesus eg komi til tín nú,
komi tú bjóðar mær.
Til tann, sum kemur lovar tú,
bjarging og hvíld frá tær.
2. Jesus eg komi til tín nú,
favnur tín opin er.
Kærleika, miskunn veitir tú,
frið, sum av øllum ber.
3. Jesus eg komi til tín nú,
komi við bøn og tøkk.
Neyðarróp mítt tað hoyrir tú,
hjálp tín hon til mín røkk’.
4. Jesus eg komi til tín nú,
eyga títt alt jú sær.
Og alt meg tyngir skilur tú,
uggari ert tú mær.
5. Takk, Jesus, takk, tín náði her,
nýggj hvønn ein morgun er.
Sum dgur er, tín styrki ber.
tí signa er mín ferð.