Jesus er hirðin
Jesus er hirðin, sum leitar í dag,
F Dm D7 G
burtvilsta seyðin langt burt’ hevur sæð.
Gm C7 F Fm6
Fet fyri fet hann nú nærkast tí stað,
Fm6 C/E G/D G7 C
har neyðstadda lamb er í vanda á knæ.
Varliga, málrættað toyggir hann seg,
lyftir upp lambið av glatanarveg.
Spyr ei um hví, ella hvussu er statt,
hann neyðstaddan elskar og skilir hann rætt.
Lambið hann tekur, í favni tað ber.
Jesus í kærleika alt hetta ger.
Sýnir tí náði og synd strikar út,
nýtt lív hann tí gevur, og burt hvørvur sút.
Lambið, tað livir nú hirðanum hjá,
støðugt í vanda – hans hjálp tó kann fá.
Hirðin, hin góði, nú røktar sín seyð,
tá eru teir vardir frá ringastu neyð.
Lovsangur ljóðar nú lambinum frá
saman við fylginum hirðanum hjá.
Tey funnu hirðan – tá hirðin fann tey,
bert hirðin kann leiða til sælu sín seyð
Hetta innihaldið er blokerað, til tú hevur góðtikið kravdu farsporini.