Aftur

Jesus hann er barnavinur

Kristina T. Larsen
C F G7/D C
1. Jesus hann er barnavinur,
F C/E Am D G
og hann leiðir meg hvønn dag.
C F G7/D C
>> Fylg mær altíð<< Jesus sigur,
F C/E Am Dm7 G7/D C
lat oss gera vinalag.

2. Jesus hann ger alt tað besta
og vil hava teg til sín,
vil í hjarta okkar' festa
barnatrúgv til tín og til mín.

3. Jesus fyri okkum vísir
vegin heim til himmalin,
har sum ljósið bjarta lýsir,
fylg tí Jesus' og kom inn.