Aftur

Leið meg Gud á lívsins veg

Mikkjal á Ryggi
C
1. Leið meg Guð, á lívsins veg,
G
lær meg dýrt at elska teg,
Dm Am
elska teg av heilum mátt’,
F C/G G C
unna granna mínum gott.

2. Faðir, veit mær fasta trú,
fremsta álit mítt ver tú,
fastan halt meg tær íhjá,
fellur enn mær verðin frá.

C
3. Legg mær vón í veikan barm,
G
vón, sum lættir sorg og harm;
Dm C/E F
gongst mær illa, gongst mær væl,
G Am C/G G C
takkarsongur ljóða skal.

4. Hugmóðs tankar úr mær rek,
vís mær gløgt mítt egið brek;
fals og øvund, hatska trá,
kæri faðir, halt mær frá.

Millumspæl:
Am G6 F6 A7/E
C#dim Dm Fmaj7 G7sus G7

5. Lat meg vinna sálarfrið
og tann gleim, sum varir við;
tá mítt hjarta meir ei slær,
himnakrúnu gev tú mær.

Outro:
C F Am F