Aftur

Mín Jesus, eg elski teg (nr. 78)

William R. Featherston, uml. 1858
D G/D D Bm Em A D
1. Mín Jesus, eg elski teg, og tí frá í dag
D G/D D Bm Em A D
eg vil, tú skalt reka mær hvønn syndhug avstað.
F#m G D/F# Em D/F# A D G/D Asus A
Mín ná – ði – gi dó – ma – ri, mín frelsari ert tú,
Bm Em F#sus F# Bm Em A D
um fyrr eg ei ken – di teg, so elski eg teg nú!

2. Tú fyrstur við kærleika ert komin til mín,
og størstan mær tókti hann við krossdeyða tín,
við sigrandi krúnu í deyðan gekst tú –
um fyrr eg ei kendi teg, so elski eg teg nú!

3. Og nú vil eg elska teg í lívi og deyð’,
og lovsong tær syngja hátt, tín náði mær beyð,
eg teska vil til tín við deyðans kalda blund:
»Mín Jesus, eg elski teg nógv mest í hesi stund!«

4. Ja, einaferð skal eg teg so klároygdur sjá,
og sigursins krúnu tú manst geva mær tá,
eg syngi tá sælur í himlanna bú:
»Eg havi ei, Jesus mín, teg elskað sum nú!«