Aftur

Nú anga grøs og blomstur milt

Carl David úr Wirsén
F Gm/F Bb/F F
Nú anga grøs og blomstur milt
F/A G/B
í veitum og á bøi.
F Gm/F Bb Dm
Og lotið kínir landið stilt,
C/E F G7 C
alt andar lætt av frøi.
Bb/C C/Bb
Guðs sól fer inn
F/A F
í kropp og sinn
Bb F/A G7 C
og boðar, at tú nemur,
D/F# Gm Bb C7 F
nú aftur summar kemur.

2) Hoyr fuglasong um bø og ong,
so ymisk ljóð hann hevur.
Hann syngur hátt sín glaða song
til hann, sum lívið gevur.
Hvørt kykt á fold,
sum lá í mold,
hvør urt, sum fram nú kemur,
av nýggjum lívið nemur.

3) Sí blomsturskrýddu teigarnar
í mongum litum vøkrum.
Ei Sálomon teim líkur var,
hans dýrd ei vann á nøkrum.
Tað vakra alt,
tú hevur valt,
hvør fuglur og hvør lilja,
var, Guð, í tínum vilja.

4) Tú gevur øllum lív á jørð
av tíni stóru náði
men bjartast lýsir tó títt orð,
tað eg sum gávu fái.
Alt doyggja má,
hvørt hold og strá.
Um følnað alt er vorðið,
tó blómar ævigt orðið.

5) Tað orðið Jesus Kristus er,
sum skapar lív av deyðum,
ein nýggjan himmal eins og jørð,
ein heim við ongum neyðum.
Kom, Jesus Krist,
sig tað so vist;
tá ið tú aftur kemur,
tú frelsu tína fremur.