Nú kom vár
Nú kom vár, vit leingi hava bíðað,
C/E F Gsus G
sólin hækkar, lýkkan kennist blíð.
Dm G C
Ljósið treingir myrkrið burt so líða,
Am D G
dagar leingjast, nætur styttast tí.
D G/B C
Vár er lív og endurnýggjar lívið,
Dm C/E F G C
øll náttúran vaknar upp til nýggja tíð.
Fólk og fæ, vit fagna hvørjum vári,
besta tíð á ári vera man.
Trúfast vitjar her á hvørjum ári,
megnar tað, ei annar megna kann.
Vár er lív og endurnýggjar lívið,
øll náttúran váttar, tað er vist og satt.
Fegnir fuglar syngja hátt við gleði,
maka, reiður ynskja allir sær.
Ungar teirra kenna lívsins megi,
mat og búna hvør ein teirra fær.
Undrandi vit skoða nýggja lívið,
sum her føðist fyri eygum várum nú.
Smálomb koma, spæla sær á bøi,
blómur spretta upp úr døkku mold.
Líðir grønkast, tað er lív og føði,
várið endurføðir gomlu fold.
Undrandi vit skoða nýggja lívið,
sum her lívgast dag um dag á vári jørð.
Lívslógir, ið alheim uppi halda,
so at vetur, summar, vár og heyst
koma, fara, uttan vit teim valda,
men her liva, gávur fáa flest.
Takkandi við móttaka sjálvt lívið,
undrast, tí at Gud er lívsins góði Gud.
Hetta innihaldið er blokerað, til tú hevur góðtikið kravdu farsporini.