Aftur

Nú Vakni øll úr svøvni galð (nr 1 í ssk)

Jacob Hansen
F Dm C F
1. Nú vakni øll úr svøvni glað,
G C
Nú náttarstundin hvarv;
Bb Gm F C
Nú sær mítt eyga ljósan dag,
Bb C F
Nú byrjar dagsins starv.

2. Nú sólin vísir andlit blítt,
hon fer um fjørð og sund;
hon vermir arma hjarta mítt
og gleðir sára lund.

3. Hon minnir meg á morgun tann,
tá hann úr deyða stóð,
ið sigur yvir syndum vann
og yvir deyðans tjóð.

4. Ja, glaður hvør til dagsverk fer
í Jesu Kristi navn;
og tá ið tað at kvøldi ber,
hann førir oss í havn.