Aftur

Sakeus ríki búði

Luk. 19, 1-10
D A D
1. Sakeus ríki búði
G A
í Jeriko sum tollari,
D G D
hann vildi síggja Jesus,
A D
tí hann kom har framvið.

2. Men tí hann var so lítil,
og fólkið heilt upp fyri bar,
upp í eitt træ hann klívur
og haðan Jesus sær.

3. Tá Jesus við hann segði:
>> Sakeus, niður skunda tær,
mær vantar stað at vera,
og tú mást hýsa mær!<> eg higar eri komin til
at leita upp tey farnu,
og teimum bjarga vil.

6. Ja, nú tú frelsu eigur
í mær, tú gavst mær tína trúgv,
tú vildi rúm mær geva
– í hjarta tínum búgv.<<

7. Eins og Sakeus vil eg
við gleði hýsa Jesus her,
hann frelsuna mær gevur,
og til Guds barn meg ger.