Aftur

So langa tíð tú hevur gingið

Torleif Johannesen

1. So langa tíð tú hevur gingið,
á fjaru leiðum myrkri í.
Nú frelsukall tú hevur fingið,
hoyr Jesus talar orð so blíð.
Ígjøgnum Orð og Andans talu,
Hann vil tær bjóða himna sælu.

Kom tí til Jesus, kom í dag,
ta størstu avgerð fá í lag!

2. Mong vóru tey, ið kallið fingu,
og ætlaðu at venda við.
Men tíðin leið, tey støðugt gingu,
og ikki søktu sálarfrið.
Hoyr, útsett avgerð økir vanda,
tey ein dag uttan fyri standa.

3. Nú Jesus kallar og hann dregur,
av nýggjum teg so tætt at sær.
Tí heimur ikki til tín hevur,
ta lukku, sum tær lovað varð.
Mong ár í synd, teg hava sára,
Tú kennir teg sum størsta dára.

4. Í sjálvum tær ei mátt tú hevur,
at trúgva ella søkja Gud.
Men frelsumátt og trúgv tær gevur,
í náðarløtu lívsins Gud.
Títt róp um frelsu opnar vegin,
tú frelsaranum møtir fegin.