Aftur

Sólarris um heimsins lond (Joy has dawned)

Stuart Townend
Sólarris um heimsins lond,
orð, frá fyrndum boðað,
frelsuboð um lív og vón
allar tjóðir fáa.
Har var einki lúðraljóð,
fáar vóru røddir,
tá ið gávan givin varð:
Jesus, hann varð føddur.

Tó – teir hoyrdu einglasong
har í dýrdarljósi,
Tá ið lívsins kongur fekk
lívd í einum fjósi.
Hann, ið skapti rúmd og verð,
ljós í myrkri svarta,
hjálparleysur einaferð
lá við móðurhjarta.

Undrandi, við takksemi,
hirðar Barnið sóu.
Vísir menn av fjarleiðum
komu og tilbóðu.
Bóru gull og roykilsi,
myrra himmaldrotti.
Hann, sum er Immanuel,
lív tó lata mátti.

Ádams sonur – sonur Guds,
okkum givin varð hann,
sum á krossi læt sítt blóð,
bjarging okkum bar hann.
Hvør ein vinur, frelsari,
sum av hæddum høgu
kom – og er nú hevjaður
yvir tíð og søgu.