Aftur

Tá dýrdarkrossin eg kann sjá (nr. 503 – When I survey)

Isaac Watts
D   G         D
Tá dýrdarkrossin eg kann sjá,
      Hm G      A A/G
har lívsins Harri deyðan leyt,
D/F# G          Hm G
burt fánar lyst og makt og skreyt
D   G  A     D
og rós og heiður foldum á.

2. Sjá, frá hans høvur, hond og fót
øll sorg og miskunn saman rann.
Sum flóðin fleyt, og bálið brann,
stakk tindakrúna enni mót.

3. Í purpurskrúð á krossins træ
hans reina likam sveipað var.
Við honum deyð mín sál seg sær
nú liva lívsins sæla dag.

E A E
4. Og var mín ogn øll høv og lond,
C#m A H H/A
og fekk hann alt, tað var ov smátt.
E/G# A C#m A
Til kærleikskeldu, náðardrott,
E A H E
eg rætti lív mítt, sál og hond.