Aftur

Til tín Harri

Torleif Johannesen, juli 2018/2020 |Lag: Ásbjørn Berthelsen mars 2020
C Am Dm G
Tíl tín, Harri, lyfti eg nú mína sál
Em Am Dm7 G
og sigi, mín Gud, eg vil líta á teg! *
Gm C F Dm
Tá veit eg, hon komin er á rætta mál,
C/G G C
um bert eg tær fylgi á veg.

Tíl tín, Harri, lyfti eg nú mína sál
og hvíli í náði og sælu hjá tær.
Tá kveikir tú í mær títt kærleikans bál,
so ávøkst mítt lív í tær fær.

Tíl tín, Harri, lyfti eg nú mína sál,
tín gleði og friður tá verða skal mín.
Tú signar meg, Harri, tað er jú títt mál,
tí góðskan og kraftin er tín.

Tíl tín, Harri, lyfti eg nú mína sál
og stundi, ja, stundi bert støðugt á teg.
Tá veit eg, eg náa skal á hægsta mál,
um stríð mær enn møtir á veg´.

Hetta innihaldið er blokerað, til tú hevur góðtikið kravdu farsporini.