Tímin komin var
Tími komin var, Gud helt lyfti sítt,
Db Bbm Fm/C C7/Bb
ofrast skuldi páskalambið, Kristus.
Ab Db Eb Ab
Píndur, sligin var og høvur tornaskrýtt,
Db Csus C Fm
krossfestur í tøgn gav lívið sítt.
Hádagur tað var, sólin hvarv um stund,
róp frá ránsmanni í neyð hann hoyrdi.
“Jesus minst til mín!” “ Tú við skalt á mín fund!”
Frelsuorð fekk við í deyðans blund.
So kom sigursróp: Fullgjørt verkið var,
reinur fyri órein mátti líða.
Sonur Guds hann var, og lambsins blóð rann har,
gjald tá fyri syndir rindað varð.
Hvør kann grunda út kærleik Guds og náð´?
Ríkur gjørdist fátækur við ofri.
Fátøk gjørdust rík, Guds fyrigeving tá
var at fáa frelsaranum frá.
Løgin dagur var, lívið doyði har,
myrkrið vann á ljósinum ta løtu.
Stórur dagur var, sum náði, lív oss bar,
ljósið vann á syndamyrkri har.
Takk, mín Jesus, takk, náðin, hon er tín,
vunnin gjøgnum lýdni, stríð og deyða;
vilji tín nú er, hon altíð verður mín.
Halt mær fast, tú keypti meg til tín!
Hetta innihaldið er blokerað, til tú hevur góðtikið kravdu farsporini.