Aftur

Tú, sum leinkjur slítur (nr 713)

Hans P. M. Mollerup 1905
C
1. Tú, sum leinkjur slítur,
F Dm
loysir trælabond,

brákað rør ei brýtur,
G C
grøðir særda ond,
Am G
sál mín til tín gongur,
F
eigur besta lut,
C G
ei ein trælur longur,
C
men títt barn, o, Gud.

G
Tín eg eri, Jesus,
C
eri tín – eina tín,
G
keyptur tín at vera,
C
nú og altíð tín!

2. Nú er leið mín gleði,
ljóst mær hvørt eitt spor,
sjálvur ljós á vegi
eru míni kor.
Heilagt prýði er tað
fylgjast Gudi við,
lívsins lukku ber tað
hansar unga lið’.

3. Í hitt myrka fongsul
meir ei leið mín ber,
allur hjartalongsul
móti himli fer,
glaður eg á onnur
veittri, sum eg kann:
Komið við til Jesus,
sum oss lívið vann!