Aftur

Ver kvirr (Be still for the presence of the Lord)

David Evans
C G Am
Ver kvirr fyri ásjón Harrans nú
Dm Gsus G
Hin heilagi er her
C G Am
Eg nígi fyri tær
Dm G C
Sum alt í øllum er
F C/E
Í honum eingin synd
F C/E
Mín grund og fyrimynd
F G Em Am
Ver kvirr fyri ásjón Harrans nú
Dm G C
Hin heilagi er her

Ver kvirr fyri trónu Harrans nú
Ið roðar vítt um vøll
Hans glæma er framúr
Og lívgar alt og øll
Úr erva floymir hon
Ein sjón so undursom
Ver kvirr fyri trónu Harrans nú
Ið roðar vítt um vøll

Ver kvirr fyri veldi Harrans nú
Hans nærvera er her
Hann kennir væl tín tørv
Og byrði tína ber
Í trúgv nú tak ímót
Legg alt við krossins fót
Ver kvirr fyri veldi Harrans nú
Hans nærvera er her