Við trónu Guds
1. Við trónu Guds í himlinum
Em
eitt skýli er hjá míni sál.
F G Am
Ein høvuðsprest eg havi, sum
F Gsus C
í náði tala kann mítt mál.
C/E F C/E Gsus G
Mítt navn er skrivað í hans hond,
C/E F G Am
og rist í hjarta hans tað er,
F G Am
Mær forða kunnu eingi bond,
Am/G F Gsus Am
tá hann meg verjir og meg ber.
Am/G F Gsus C
tá hann meg verjir og meg ber.
2. Og tá hin óndi freistar meg,
fordømir hjarta, sál og sinn,
Eg hyggi upp, tá síggi eg
mín harra, sum vann sigurin.
Hann syndafríur sjálvur var,
men mína skuld hann tók á seg,
Nú Faðirin á Sonin sær,
í Honum fjaldur eri eg,
í Honum fjaldur eri eg.
3. Vár frelsari nú situr har,
vár rættvísi er eina hann,
Ei broytist hann, sum er og var
og lívið æviga mær vann.
Nú kann ei deyðin gera mein,
tí hann við blóði keypti meg,
Mín sál er frelst og tváað rein
og kann í Honum gleða seg,
og kann í Honum gleða seg.
Hetta innihaldið er blokerað, til tú hevur góðtikið kravdu farsporini.