Aftur

Alt eg gevi tær, o, Jesus

J. W. van de Venter
C G
1. Alt eg gevi Tær, o, Jesus
Am Dm G C
alt eg bera vil til Tín.
C G E/G#
Heimurin meg ikki longur
Am Dm G C
draga, lokka kann til sín.

C Dm G C
Eg Tær gevi alt, eg Tær gevi alt;
C/E F C/G G C
gevi alt til Tín, o, Jesus, eg Tær gevi alt.

2. Alt eg gevi Tær, o, Jesus,
djúpt í dustið boyggi meg.
Tá Tú kallar, vil eg svara:
Send Tú meg, her eri eg.

3. Alt eg gevi Tær, o, Jesus;
alt, Tú átti, gavst Tú mær.
Andi Tín við mínum vitnar,
at eg eri barn hjá Tær.

4. Jesus, alt eg tær nú gevi,
tak meg allan, Harri kær’;
fyll Tú meg við kraft og kærleik’,
send eitt náðarregn frá Tær.

5. Alt eg Jesusi nú gevi,
heilagt ídni fylgir mær.
Fyri stóru frelsufrøi,
eg í ævir takki Tær.

Eg Tær gevi alt, eg Tær gevi alt;
ja, eg gevi Tær meg sjálvan, eg Tær gevi alt.