At Harrin Jesus Kristus elskar meg
Bb F/A Gm Eb
1. At Harrin Jesus Kristus elskar meg,
Bb F/A Gm Eb
tað er mín sogur her á dimmum veg.
Gm F/A Bb
Um heimsins villu bylgjur leika á,
Gm F/A Bb Eb F
í kærleika hans barn væl vart er tá
2. Hann elskar meg, og tí hann gjørdist hold,
úr dýrdini kom niður her á fold,
gekk heimleysur, við ongum hvíldarstað,
hann elskaði – og vísti okkum tað.
3. Hann elskar meg, hann, sum har svikin lá
í garðinum, so eina staddur tá.
Og angistróp hans, blóð og sveitti har
alt boð um mikla kærleikan mær bar.
4. Hann elska meg – á krossinum hann bar
ta skomm og skuld, ið lá á tær og mær.
Hann gav seg sjálvan, tók mítt syndabann,
ei størri prógv finst fyri kærleikan.
Bb Eb x2
Aaahhhh…
5. Við slíkum eymum kærleika eg kann
ei annað nú enn bara elska hann,
sum allar mínar syndir hevur fjalt,
mín kongur og mín brúðgómur – mítt alt.
6. Eg elski hann, men kann ei prógva tað,
Tó prísa honum má eg hvønn ein dag,
tí kærleiki hans hevur drigið meg
úr deyðans favni, inn av syndaveg.
7. Hann elskar meg, tá royndir koma á,
hann elskar meg, sjálvt tá hann revsa má.
Um deyðans á, ta síðstu foldarferð,
eg veit, at kærleiki hans trygt meg ber.
8. At Harrin Jesus Kristus elskar meg
er songur mín, ta vissu eigi eg –
Og andlit hans eg einaferð skal sjá,
Sum elskar meg í ævir- nú sum tá.
1. At Harrin Jesus Kristus elskar meg,
Bb F/A Gm Eb
tað er mín sogur her á dimmum veg.
Gm F/A Bb
Um heimsins villu bylgjur leika á,
Gm F/A Bb Eb F
í kærleika hans barn væl vart er tá
2. Hann elskar meg, og tí hann gjørdist hold,
úr dýrdini kom niður her á fold,
gekk heimleysur, við ongum hvíldarstað,
hann elskaði – og vísti okkum tað.
3. Hann elskar meg, hann, sum har svikin lá
í garðinum, so eina staddur tá.
Og angistróp hans, blóð og sveitti har
alt boð um mikla kærleikan mær bar.
4. Hann elska meg – á krossinum hann bar
ta skomm og skuld, ið lá á tær og mær.
Hann gav seg sjálvan, tók mítt syndabann,
ei størri prógv finst fyri kærleikan.
Bb Eb x2
Aaahhhh…
5. Við slíkum eymum kærleika eg kann
ei annað nú enn bara elska hann,
sum allar mínar syndir hevur fjalt,
mín kongur og mín brúðgómur – mítt alt.
6. Eg elski hann, men kann ei prógva tað,
Tó prísa honum má eg hvønn ein dag,
tí kærleiki hans hevur drigið meg
úr deyðans favni, inn av syndaveg.
7. Hann elskar meg, tá royndir koma á,
hann elskar meg, sjálvt tá hann revsa má.
Um deyðans á, ta síðstu foldarferð,
eg veit, at kærleiki hans trygt meg ber.
8. At Harrin Jesus Kristus elskar meg
er songur mín, ta vissu eigi eg –
Og andlit hans eg einaferð skal sjá,
Sum elskar meg í ævir- nú sum tá.