Aftur

Harri, ger tað stilt í mínum hjarta (Nr. 686)

Okkum ókendur
C G
1. Harri, ger tað stilt í mínum hjarta,
C
legg tín djúpa frið í sál og sinn.
Am F
Út í myrkrið bera ljósið bjarta,
C/G G C
lætta neyð, har tárið rann á kinn

2. Harri, ger tað stilt í mínum huga,
so hann einans rúmar tær og títt.
Lat meg bangnar sálir ugga duga,
siga teimum, hvat tú hevur strítt.

3. Harri, ger tað stilt um meg á foldum,
lat meg vera eins og tíni smá
og í eyðmýkt ganga, ei við voldum,
lær meg lýsa har, ið nátt kom á.

4. Harri, ger meg stillan, lat meg vera
nýtiligan tænara hjá tær;
tú meg sjálvan máttleysan mást gera,
tá nóg mikið náðin er hjá mær. 1)