Aftur

hví gongur stúrin, bangin tú

Orð: Torleif Johannesen 1996/2020|Lag: Ásbjørn Berthelsen 27 mai 2020
C G/C F/C C
Hví gongur stúrin, bangin tú
C/E D G
og falla vilt í fátt?
F/G G E/G# Am
Um mótloysi tú kennir nú,
Gsus G7 C
Gud eigur allan mátt!

Hví óttaðist tú farna dag,
langt áðrenn hann upprann?
Tí tá hann kom, tú kendi tað:
Gud hjálpa vil og kann.

Hví óttast tú nú henda dag,
ta stund tú livir nú?
Guds umsorgan hvønn farnan dag
av nýggjum kennir tú.

Hví óttast tú tín morgindag,
ið ókendur tær er?
Minst til, Guds hjálp við sama lag
í morgin styrk tær ber.

Nei, ikki skalt tú óttast meir,
Gud hevur vald og mátt.
Hann kennir allar dagar teir,
hann hevur tær avmált.

Lat gleði, frið nú valda tær,
tí lyfti Guds jú er:
Sum dagur er, tú styrki fær,
tað orðið mátt tær ber

Hetta innihaldið er blokerað, til tú hevur góðtikið kravdu farsporini.