Í skiftini Gud boðar frá
Í skriftini Gud boðar frá,
E F# B
hvør ætlan er við mær.*
A E B G#
Fyrst frelsti hann, meg setti so
A E B E
í tænastu hjá sær.
Guds kærleiki nú valdar mær,
til sendiboð meg ger.
So hjálparhond neyðstaddi fær
og orð, ið frelsu ber.
Eg veikan næsta verja skal,
so ei hann snáva má.
Ja, nýta hvørja løtu væl,
við ábyrgd saman stá.
Sjálvt minsta vitni nýtast kann
í størstu søk í verð.
At peika á vár frelsarmann
við orð’ og kærleiksgerð.
Við mátti Krists nú bjargast skal
tað barn, ið viltist burt.
Ja, biðja, boða, leita væl,
um enn tað tykist dýrt.
Nú tæna vil eg dag og nátt,
tí Krist fyrst tænti mær.
Um úrslit mangan sýnist smátt,
úthaldni signing fær.
Hetta innihaldið er blokerað, til tú hevur góðtikið kravdu farsporini.