Aftur

Ikki eg, men Kristus í mær

CityAlight 2018
Intro: C F/C C F/C C F/C 1. Ein gáva stór í Jesusi er givin C Am G Tá himin gav, tað størsta givið er C F/C Hann er mín gleði, rættvísi og friður C/G G C Mín kærleiki, Hann frælsisanda ber Niðurlag 1 F C/E Ígjøgnum alt mín vón er eina Jesus F C/E G Alt mítt lív, eg Honum geva vil C Dm7 Tað er himmalsk og kært, C/E F eg vil kunngera hart: C/G G C Ikki eg, men Kristus í mær! 2. Tá náttin myrk er skal eg ikki óttast Tí altíð trúgvur Hann mær gevur kraft Í veikleika Hann kemur mær til hjálpar Við Síni styrki loysir upp mítt haft Ígjøgnum alt mín Hirði vil meg verja Í djypsta dali leiðir tætt at Sær Tá so náttin er liðin og sigur vunnin er: Ikki eg, men Kristus í mær! 3. Eg óttist ei, tá lagnan vil meg ræða Mín framtíð bjørt, tí prísur goldin er Við blóði Sínum skuldarbrævið strikað Hann deyðan vann, úr grøv mær sigur ber Ígjøgnum alt mín synd er fyrigivin Jesus nú og altíð er mín borg Tá hann leinkjurnar sleit, gav mær frælsi, eg veit: Ikki eg, men Kristus í mær! 4. Við mínum andadrátti vil eg syngja Tí hann mær segði, hann meg leiðir trygt Og hvønn ein dag, hann trúgvur vil mær fylgja Heim til staðin Hann mær hevur bygt Ígjøgnum alt mín vón er eina Jesus Allar ævir æruna Hann fær Tá so skeiðið er runnið, eg komi á mál: Ikki eg, men Kristus í mær!

Uppr.: Yet not I, but through Christ in me