Aftur

Jesus halt meg við tín kross (nr. 146)

Fanny Crosby.
D G
Jesus, halt mær við tín kross;
D Bm E A
har ein kelda fløðir,
D G
sum frá synd ein reinsan er,
D A D
sorg og pínu grøðir!
D D/F# G Em
Krossurin, krossurin,
D Bm E A
øll mín æra veri,
D G Em
til eg tær í himlinum
D A D
betri prís fram beri!

2. Har við krossin skelvandi
tú, á Harri, fanst meg,
har við tínum kærleika
fast til tín tú bant meg!

3. Á Guds lamb, á krossinum
eg teg síggi hanga;
í hans skugga hvønn ein dag
lær tú meg at ganga!

4. Nær hjá krossinum eg nú
leingjast vil og bíða;
brátt í skýnum kemur tú,
skjótt tær stundir líða!