Aftur

Lít á Gud

Hallgerð Brim
C Bb Am
1. Í sunn’dagsskúlanum hoyri eg
F Am G
um Gud, sum elskar og leiðir meg.
C Bb Am
Men ikki altíð tað er so lætt,
F Am G
at gera tað, sum eg veit er rætt.
Am Em
Abraham úr sínum heimlandi fór,
F Fm
tí at Guds ætlan við honum var stór.
C Bb Am
Í lýdni gekk hann og Sára við,
F Am G C
og Gud var altíð við teirra lið.

G/D C/E F G
O, o, Lít á Gud!
C Am
Eins og Abraham og Sára.
F G
Óttast ei!
C Am
Saman alt vit kunnu klára.
F G
Gud er skjøldur tín og verja.
Em Am
Hann vil óttan niður berja.
F
Lít á Gud.
G C
Stóra signing fært í lut.

2. Í sunn’dagsskúlanum hoyri eg
um Gud so sterkan, og undri meg.
Men ofta eg tó kann gloyma tað,
at alt er gjørligt, ja, enn í dag.
Sára var gomul, men lyfti var stórt.
Son skalt tú eiga, tað ljóðaði ørt.
Hon flenti, tí tað ógjørligt var,
men árið eftir hon Ísak bar.

3. Í sunn’dagsskúlanum biði eg
til Gud, sum elskar og hoyrir meg.
Mítt lív eg leggi í hansar’ hond,
og líti á at hann er í nánd.
E Am
Hví skal eg ivast í, um Gud er mær nær?
Dm G
Hví skal eg óttast, at tey flenna at mær?
E Am
Hví skal eg ivast í, um bøn broyta kann?
Dm G
Hví skal eg óttast? Okkar’ pápi er hann!
F G
Hví skal eg ivast í, um trúgvin meg ber?
G7
Hví skal eg óttast tá alt fullgjørt jú er?

Hetta innihaldið er blokerað, til tú hevur góðtikið kravdu farsporini.