Aftur

Mín vón er bygd á eitt í dag (My hope is built)

Edvard Mote
[Intro:]
D Bm G D

D
1. Mín vón er bygd á eitt í dag
G A
Á Jesu blóð og eina tað
Bm D/F#
Eg veit mær onga aðra havn
G A D
Enn hesa einu: Jesu navn.

2. Er myrkrið nær, Hans andlit fjalt,
Hans náði ber meg tó um alt;
Í hvørjum vanda, hvørji ódn
Trygg ævigt eru Harrans børn.

G Bm A
Kristus Tú ert ert Klettur mín
D/F# G Bm A
Tín kærleiki meg dró til Tín
D/F# G Em7 A D
Í storminum Tú Harri ert, Harri mín

[Intro]

3. Hans lyfti, sáttmáli og blóð
Er grundin tann, ið ævigt stóð,
Um alt umkring meg svíkja má,
Á Jesu navn eg líti tá

4. Tá við basún Hann koma skal,
Mín sál skal møta Honum sæl
Og í Hans rættferð klæddur tá
Eg frelstur standi Honum hjá.