Aftur

O, Kedronar løkur (nr. 135)

Catharina E. Posse.
G Am/G D/F#
O, Kedronar løkur,
G C D
í hug rennur mær
A7/E D
tær løt- ur, sum frelsarin
/A A7 D
dvaldi hjá tær;
G/H D/A Am G
tá mán-in so bjartur
D/F# Em D
á himinum stóð,
G (C) (G) (D)
:,: hjá tær fann hann hvílu, :,:

tú gavst honum ró!

2. Men kuldin neit fast,
tá ið dagur var av,
ei mjúkur var koddin
har úti, hann svav;
í undran Guds einglar
teir litu har á
:,: og samlast í kvirru, :,:
har frelsarin lá.
3. Guds sonur so skelvandi
legðist á knæ,
for faðirsins ásjón
í angist hann bað;
mest dýrabart blóð
í Getsemane rann.
:,: Nú frelsan er vunnin, :,:
hans kærleiki vann!
4. O, Sion, boyggj knæ
fyri Jesusi her,
tí himmalska drotti
ein lovsong framber;
lat ljóða av nýggjum
tín hørpunnar klang
:,: og syng hosianna, :,:
sum áður tú sang!