Sólin skínur bjørt
Sólin skínur bjørt,
A/D Dm
og hon hitar fjøll og líð,
Gm F/A
hon skínur langar dagar,
Gm G/B Csus C F7
tað er jú summartíð.
Bb C/Bb
Jú, sólin gevur ljós,
Am Dm
og hon hitar stirdu jørð.
Gm F/A
Hon heldur somu kós,
G/B C6 F A7
og hon lívgar alt, sum grør.
Upp úr havi kemur
hon hvønn ein nýggjan dag,
og lívsverk sítt hon fremur,
um øll ei skilja tað.
Fjala hana skýggj,
nei, hon slóknar ei av tí,
hon bíðar handan skýggið
og brosar líka fríð.
Tøkk, Gud faðir, fyri,
tú hongdi sólina
upp í tað stóra rúmið
– ber lív til foldina!
Hetta innihaldið er blokerað, til tú hevur góðtikið kravdu farsporini.