Tú fylgi lítla, ber ongan ótta (nr 50)
Gunhild Waag
1.Tú fylgi lítla, ber ongan ótta,
tín faðir veit, hvat tær tørvar her;
um fíggindar móti tær enn hótta,
:,: ber ongan ótta, hann við tær er. :,:
2. Tú fylgi lítla, gev hesum gætur:
Gud føðir himmalsins fuglamongd, 1)
og situr eina tú her og grætur,
:,: hann hjálpa vil tær í neyð og trongd. :,:
3. Tú fylgi lítla, ver uttan iva,
tá einki sjálvur tú gera kann;
men far til Jesus og lív títt liva
:,: við kraft frá honum, sum sigur vann. :,:
tín faðir veit, hvat tær tørvar her;
um fíggindar móti tær enn hótta,
:,: ber ongan ótta, hann við tær er. :,:
2. Tú fylgi lítla, gev hesum gætur:
Gud føðir himmalsins fuglamongd, 1)
og situr eina tú her og grætur,
:,: hann hjálpa vil tær í neyð og trongd. :,:
3. Tú fylgi lítla, ver uttan iva,
tá einki sjálvur tú gera kann;
men far til Jesus og lív títt liva
:,: við kraft frá honum, sum sigur vann. :,: