Tú gremur teg um, at tín trúgv er so veik (nr. 449)
Norskur
G G/D D7 Em
Tú gremur teg, um at tín trúgv er so veik,
Am D7 G
tú lýðir á orðið, men mangan tú sveik.
G7 C Cm G Em
Tú strevar og stríðist í bøn og á knæ,
Am7 D7 Am D7 G
men hevur sum frelsara Jesus ei sæð.
2. Men lurta nú eftir, hví støðan er tann,
at vissu um frelsu tú ongantíð fann.
Tú skilur ei orðið, men vendir tí við
og heldur, at hjartað kann veita tær frið.
3. Tú byggir á kenslur og trýrt, at tú trýrt
og kveistrar við hesum øll lyftisorð burt.
Tú granskar teg sjálvan av allari makt
og gloymir við tí, hvat ið Gud hevur sagt.
4. At trúgva er ei, at tú trýrt, at tú trýrt,
men álit á hann, sum teg keypti so dýrt.
Í máttloysi lít upp á lambið, og ver
fullnøgdur við orðið um Harran, sum er.
5. Hann doyði á krossi og rindaði alt,
Guds orð sigur, at tað var synd tín’, tað galt.
Tí er eingin skuld, um tú tekur við tí,
at Gud gjøgnum Krist setti menniskju frí.