Úr djúpunum, Harri, eg rópi á teg
Úr djúpunum, Harri, eg rópi á teg,
Dm A
hoyr Harri, ja, hoyr mína rødd!
Gm C Dm Bb
Lat oyruni lýða á bøn, so at eg
Gm7 C Dm
kann hvíla, og sál verða grødd!
Um tú, Harri, syndunum mínum gavst far,
eg rættvísur ei kundi stá.
Tú fyrigavst mær, tá eg játtaði tær,
eg sælur í friði kann gá.
Tí óttist og elski eg teg, Jesus mín,
og bíði og hvíli hjá tær.
Eg líti á orð títt, tað leiðir til tín,
tú náði og styrk gevur mær.
Nú bíði eg, Jesus, og síggja vil teg,
sum vaktari morgun vil sjá.
Ja, Ísreal við leingist síggja tín veg,
tú loysnari ert – Gudi frá.
Íblástur úr Dávidssálmi 130
Hetta innihaldið er blokerað, til tú hevur góðtikið kravdu farsporini.